Vit bíða enn eftir, at kappingarárið skal byrja, og tí er framvegis pláss fyri onkrari øðrvísi sending í B36 Varpinum.
Í morgin fara vit at nørdast um føroyskan fótbólt, á leiðum har føroyskir fótbóltsfjepparar ikki vanliga ferðast. Vit seta nevniliga ljóskastarin á søguna um tá fótbólturin kom til Føroya fyri meira enn 130 árum síðani. Sendingin verður skipað sum eitt prát millum Jóan Paula Jacobsen og vertin, Ronnie Thomassen, har verturin luttekur eitt sindur meira aktivt enn vanligt.
Jóan Pauli hevur eina sera stóra fótbóltssøguliga vitan, og saman fara vit at viðgera tey fyrstu 30-40 árini í føroyskum fótbólti. Vit tosa m.a. um hvør fann uppá at spæla fótbólt, um umstøðurnar til fótbóltin tá á døgum og um, hvussu fótbólturin spjaddist kring landið.
Fótbóltsnørdarnir verður ein afturvendandi sending í B36 Varpinum, har ymisk nørdaslig evni verða tikin upp eini 2-3 ferðir um árið.
B36 Varpið er at hoyra hósdag kl 16 á FM1. Sendingin verður endursend hóskvøld kl 23 og sunnudag kl 13. Hon liggur eisini sum poddvarp á FM1.fo.
B36 Varpið er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum.