Fótbóltsskúlar – Spæl, gleði og kapping

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Mánadagin 23. og týsdagin 24. juni skipar FSF fyri einum serligum fótbóltsskúla á Tórsvølli, sum verður fyri gentur og dreingir í aldursbólkunum U9, U11 og U13

– Vit fara at leggja dent á spæl, gleði og kapping, og endamálið er, at tá børnini fara heim aftur, so eru tey nøgd og troytt, sigur Jógvan Martin Olsen, ið er ein av samskiparunum av fótbóltsskúlanum hjá FSF.

Tilmeldingin fer fram í nethandilinum á FSF.fo. Pláss er fyri 96 luttakarum í hvørjum aldursbólki.

Umframt fótbóltsskúlin hjá Fótbóltssambandi Føroya, skipað KÍ, FC Suðuroy, 07 Vestur og NSÍ eisini fyri fótbóltsskúlum í summar. Tilmeldingin gongur væl, men enn eru nøkur pláss eftir.

Aðrir fótbóltsskúlar í summar

Klaksvík (U6-U11)
20. og 21. juni

Tórsvøllur (U9, U11 og U13)
23. og 24. juni

Vágur (U7-U13)
25. og 26. juni

Sørvágur (U7-U13)
2. og 3. juli

Klaksvík (U13)
7. og 8. juli

Runavík (U7-U13)
2. og 3. august