Fótbóltsskýlið – Dysturin á Argjum verður størsta brakið av teimum øllum
31.10.2026Fróði Olsen, AB-fjeppari, og Jóhan á Mýrini, 07 Vestur-fjeppari, vóru gestir í Skýlinum í gjár. Fróð var við at stovna AB. Hanni trýr fult og fast uppá at AB fær stig inni í Vika og metir eisini, at EB/S fer at vinna móti Skála. 07 Vestur var í líknandi støðu í fjør undan 27. umfari, men Jóhan metir, at liðið er betri brynjað til uppgávuna í ár. Lurta eftir sendingini her – Trygvi Absalonsen var vertur
Fótbóltsskýlið (ljóð)
Fótbólturin verður umrøddur í Fótbóltsskýlinum hvønn fríggjadag kl. 16. Trygvi Absalonsen er vertur.