

Fótbóltsskýlið: Føroysku feløgini mistu tamarhald á dystunum
10.07.2026KÍ, NSÍ og Víkingur hava hesa vikuna spælt fyrru dystirnar í 1. umfari í evropeiskum kappingum. Úrttøkan var misjøvn, og felags var, at tað gekst verri út á dystin. Vit hoyra frá Árna Frederiksberg (KÍ), Peturi Knudsen (NSÍ) og Aroni Benjaminsen (Víkingi), og Jákupi Ósa, fótbóltstíðindamanni sum tekur samanum. Hann heldur ikki, at fyritreytirnar hava verið nóg góðar, í mun til dystarskrá, og at tað liggur til at bert eitt ella einki ið spælir seg víðari í næstu vikuna. Hoyr sendingina her.

Fótbóltsskýlið (ljóð)
Fótbólturin verður umrøddur í Fótbóltsskýlinum hvønn fríggjadag kl. 16. Trygvi Absalonsen er vertur.



