Tú lurtar eftir

Fótbóltsskýlið: Man veit ikki longur hvør vinnarin er frammanundan

24.04.2026

Heidi Lava Elgeirsdóttir og Eli Simonsen vóru gestir hjá Trygva Absalonsen í Fótbóltsskýlinum har tosað var um 6. umfar og komandi umfar, ið verður sunnudagin. M.a. varð tosað um, hvussu nógv føroyskur fótbóltur er broyttur í mun til í fjør, har tey sokallaðu “botn 5” í fleiri førum hava tikið frá “topp 5” hetta kappingarárið. Tosað var eisini um gamla klassikarin, sum verður sunnudagin, har bæði HB og KÍ eru undir trýsti til at fylgja við oddaliðnum NSÍ. Og væntað verður, at B36 fáa tað torført á Argjum

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltsskýlið (ljóð)

Fótbólturin verður umrøddur í Fótbóltsskýlinum hvønn fríggjadag kl. 16. Trygvi Absalonsen er vertur.

Allar sendingar í røðini