

Fótbóltsskýlið viðger dystirnar í Betri Deildini
05.07.2024Tríggir dystir hava verið í 16. umfarinum í Betrideildini við monnum, og tveir dystir vera um vikuskiftið. Fótbóltsskýlið tekur samanum kappingina, nú kappingin fer í summarfrí. Eisini verður tosað eitt sindur um evropeisku dystirnar hjá B36, Víkingi og KÍ, ið vera í komandi viku. Fótbóltsskýlið fer í luftina nakað yvir klokkan 15 í dag, fríggjadagin 5. juli. Gestir eru Heidi Lava Elgeirsdóttir og Heðin Arge. Vertur er Sigurjón Einarsson

Fótbóltsskýlið (ljóð)
Fótbólturin verður umrøddur í Fótbóltsskýlinum hvønn fríggjadag kl. 16. Trygvi Absalonsen er vertur.