,

Frá Filmsfelagnum: Tað er ikki lætt at vera ljóta fostursystirin

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Næstseinasta sýning í Filmsfelagnum fyri summarsteðgin, er hin nýggi norski filmurin ”Hin ljóta fostursysturin”.

Í filminum droymir Elvira um Julian prins, sum í vakurleika ber av øllum. Tá hann bjóðar í veitslu, at finna røttu brúðrina, vil Elvira gera alt, ið stendur í hennara makt, at gerast hansara hjartans kosna. Tí noyðist hon at leggja seg undir náðileysu krøvini í kongaríkinum øllum um ein lýtaleysan vakurleika. Síðani má hon skúgva hina gandavøkru Øskufíu til viks, so eingin varnast hana. Sum tað síðsta skal hon passa skógvin á fótinum.

”Hin ljóta fostursysturin” er ein óvanligur filmur, ið snarar og vendir ranguna út á kenda ævintýrinum um Øskufíu, har fostursysturin nú fær høvuðsleiklutin.

Filmurin tekur støði í klassiska ævintýrinum hjá brøðrunum Grimm, har fostur- ella gávusysturin noyðist at skera tærnar av fótinum, skal hon sleppa í skógvin.

Leikstjóri og handritahøvundur er hin unga norska Emilie Blichfeldt.

Í filminum, sum varð frumsýndur á Sundance Film Festival, vigar hon á tromini millum vakurleika og ræðuleika við einum hvøssum broddi av skemti í eini ævintýrligari blanding við body horror, sum ikki er fyri børn.

Í høvuðsleiklutinum sum Elvira, er Lea Myren framúr í fyrsta leiklutinum á filmi. Thea Sofie Loch Næss er Øskufía, Ane Dahl Torp er stjúkmóðirin og Flo Fagerli er yngra systurin Alma.

Filmsfelagið 28/5 kl 20:00 Den stygge stesøsteren (Emilie Blichfeldt Noreg 2025 109 min)