Frá SSL: Um hamstring av brennievni í Suðuroy og ferðing við bili

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

– Tað er strangliga bannað og sera vandamikið fyri trygdina hjá skipinum at føra dunkar við brennievni í bilinum inn á dekkið á Smyrli.

Tað skrivar Strandferðslan í tíðindaskrivi, nú tað hoyrist, at fólk ferðast suður at hanstra brennievni, har tað eisini verður fylgt í dunkar.

Í gjár vóru tað langar køðir við støðirnar í Suðuroynni, sum enn høvdu brennievni eftir, har mong ferðast norður aftur við Smyrli.

– Manningin á Smyrli ger stakroyndir av viðførinum hjá bilum, ið fara umborð á Smyril á Krambatanga. Bilar verða avvístir, um teir hava dunkar við brennievni í bilinum, sigur Strandferðslan.