Frælsur ítróttur 17 íðkarar á Oyggjaleikum í Orknoyggjum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroyar hevur verið við í frælsum ítrótti á øllum Oyggjaleikunum, og í summar fara 17 íðkarar avstað, níggju menn og átta kvinnur. Trý av teimum er við fyri fyrstu ferð. Føroysku íðkararnir fara at kappast við íðkarar frá 23 øðrum oyggjasamfeløgum.

Føroysku íðkararnir fara sum einstaklingar at vera við í renning á stuttum teinum, miðal teinum, langum teinum, umframt lopi og kasti.

Eisini eru lið manna til allar fýra kappingarnar í boðrenning, 4x100m og 4x400m hjá kvinnum og monnum. Afturat tí er eisini eitt fulmannað lið á ½ maraton teininum.

Ferðalagið, ið telur 23 fólk, fer avstað úr Føroyum 11. juli og kemur heim aftur 19. juli.

Myndin er frá Oyggjaleikunum 2023


Teir 17 íðkararnir í Frælsum ítrótti á Oyggjaleikum í summar

  • Andreas Bjarnastein Antoft
  • Dánjal Dahl Ljósheim
  • Eiri Jógvansson Glerfoss
  • Elisabet Holm Simonsen
  • Jónas Gunnleivsson Isaksen
  • Julian Gregersen
  • Margit Weihe Fríðmundsdóttir
  • Maria Biskopstø
  • Neli Heldarskarð
  • Oddvør Josephsen
  • Rebekka Fuglø Poulsen
  • Rógvi Kárason
  • Rutt Hjelm Gregersen
  • Sunniva Bogadóttir
  • Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar
  • Tórur Mortensen
  • Tummas Petur Sjóvará

Kvinnur

GreinKvinnur
100mOddvør Josephsen, Elisabet H Simonsen
200mMargit W Fríðmundsdóttir, Oddvør Josephsen
400mMargit W Fríðmundsdóttir, Maria Biskopstø
800mMaria Biskopstø, Rebekka F Poulsen
1500mRebekka F Poulsen
5000mRutt H Gregersen
10000mRutt H Gregersen
1/2 maraton
4x100mOddvør, Margit, Teresa, Elisabet og Maria
4x400mOddvør, Margit, Rebekka, Elisabet og Maria
1/2 maraton lið
110m rimarenning
400m rimarenningMaria Biskopstø
HæddarlopTeresa F Bláhamar
LongdarlopElisabet H Simonsen, Teresa F Bláhamar
SpjótkastSunniva Bogadóttir


Menn

GreinMenn
100mEiri J Glerfoss, Jónas G Isaksen
200mJónas G Isaksen, Eiri J Glerfoss
400mJónas G Isaksen, Dánjal D Ljósheim
800m
1500mJulian Gregersen
5000mJulian Gregersen
10,000mNeil Heldarskarð
1/2 marathonNeil Heldarskarð, Rógvi Kárason, Julian Gregersen
4x100mEiri, Jónas, Dánjal, Tummas, Tórur, Andreas
4x400mEiri, Jónas, Dánjal, Tummas, Tórur, Andreas
1/2 marathon liðNeil, Rógvi, Julian
110m rimarenningAndreas B Antoft
400m rimarenning
Hæddarlop
LongdarlopTórur Mortensen, Eiri J Glerfoss
Spjótkast