Hans Pauli Joensen byrjaði sum adjunktur á Náttúruvísindadeildini í 1982, har hann fimm ár seinni, í 1987, bleiv deildarleiðari. Nøkur ár seinni, í 1993, bleiv Hans Pauli lektari, og í 2012 tók hann við sum ovasti leiðari á Náttúruvísindadeildini sum dekanur. Hetta starv hevur hann røkt til nú.
Eisini hevur Hans Pauli Joensen verið vararektari á Setrinum.
Nú Hans Pauli Joensen leggur frá sær eftir at hava virkað og givið Náttúruvísindadeildini gott íkast í ein mansaldur, vilja vit á Fróðskaparsetrinum takka honum og siga farvæl við eini almennari fráfaringarløtu í Kongshøll, har høvi verður at fáa eitt gott prát og okkurt gott ábit.
– Øll eru hjartaliga vælkomin, skrivar Fróðskaparsetrið á heimasíðu sínari.