, ,

Frakland fekk sigurin – og blusurnar

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Tann 14. mai 1931 vann Frakland fyrstu ferð á Onglandi og byrjaði eina nýggja fótbóltssiðvenju.

Síðani londini fyrstu ferð møttust í 1923 høvdu tey spælt seks ferðir ímóti hvørjum øðrum og altíð í Fraklandi. Ongland hevði vunnið allar seks dystirnar, harímillum nakrar stórsigrar – og teir tríggir undanfarnu endaðu við 0-6 (í 1927), 1-5 (í 1928) og 1-4 (í 1929).

Í 1931 vóru 30.000 áskoðarar møttir á Stade Olympique Yves-du-Manoir í Paris forstaðnum Colombes og alt bendi á, at Ongland fór at vinna ein sannførandi sigur, tá Ongland legði seg á odda 1-0 eftir 10 minuttir við máli frá Samuel Crooks. Men Frakland javnaði fimm minuttir seinni við einum skoti frá Lucien Laurent, sum eisini skoraði fyrsta HM-málið nakrantíð í 1930 ímóti Mexico. Frakland øktu um leiðsluna við málum frá Robert Furois (18′), Marcel Langiller (29′), og Edmond Delfour (57′), áðrenn Thomas Waring minkaði um munin í 71. minutti. Robert Furois økti aftur um leiðsluna fimm minuttir seinni, so dysturin endaði 5-2.

Tá dómarin blásti fyri seinastu ferð í dystinum, spurdu fronsku leikararnir um blusurnar frá ensku mótstøðuleikarunum, so teir kundu minnast sigurin og ynski teirra varð uppfylt. Tað var fyrstu ferð, at liðini býttu um blusur og tað gjørdist síðani siðvenja fyri fótbóltsleikarar um alla verðina.