EM-undanbólkur 6:
Føroyar -Kosovo 32-21 (13-9)
Tá ið Elias á Skipagøtu kastaði ein bólt inn málteigin, og tann flúgvandi Vilhelm Poulsen fangaði bóltin og skoraði til 25-14 vóru trettan minuttir eftir, og í høllini á Hálsi rungaði “Hvít sum kavi, blátt sum havi…”.
Hesa løtuna stóð púra greitt, at okkara hondbóltshetjur fóru at vinna hendan seinasta landsdystin í høllini á Hálsi, og ein nógv virðuligari enda í hesi søguligu høll, kundu vit valla droymt um.
Endin varð, at manslandsliðið sendi Kosovo heim aftur við einum 32-21 avsmurningi, og harvið fingu Føroyar eina dreymabyrjan upp EM-undanbólk 6.
Áskoðarar møta tíðliga
Áskoðarar møttu í góðari tíð, og ein tíma undan dystinum var fullsett. Kanska er tað gott, at áskoðarar ikki hava fast sitipláss, tí so verða teir noyddir at møta tíðliga fyri at fáa góðan sess.
Lagið var gott í heitu høllini, og tað er eisini hugaligt, at føroyingar altíð taka væl móti útiliðinum við millum annað at virða teirra tjóðsangi.
Pauli og Óli gingu undan
Tað tók tó eina løtu hjá okkara monnum á vøllinum at koma í gongd, og var tað ikki fyri Paula Jacobsen í málinum, so vóru Føroyar helst komnar afturum.
Ein annar sum fótaði sær beinanvegin í dystinum, var Óli Mittún. Hann spældi væl allan dystin. Hann megnar at spæla á óvanliga høgum støði, og samstundis gera sera fáar feilir. Tað kom væl við hjá okkum, serliga í fyrra hálvleiki.
Feilir og brend skot
Hjá hinum gekk eitt sindur trekt at koma í gongd. Nógv hongur altíð á Eliasi á Skipagøtu, og tá ið hann altíð spælir við stórum váða í spælinum, so er eisini vandi fyri mistøkum, og soleiðis var einu løtuna í fyrra hálvleiki. Eisini brendi Hákun av Teigum tvey tey fyrstu skotini av høgra vongi, og tað eru vit ikki von við.
Feilirnir og brendu skotini gjørdu, at Kosovo fekk nøkur løtt mál upp skjót mótálop, og nakrar ferðir kastaðu teir eisini í tómt mál, tá ið Føroyar royndu seg sjey móti seks í álopinum.
Noyddu teir at skjóta langskot
Eftir dystin segði hjálparvenjarin, Hjalti Mohr Jacobsen, at verjuætlanin ikki riggaði ordiliga í fyrra hálvleiki, tí at Kosovo kom alt ov lætt í gjøgnum.
Verjan fór tó at arbeiða betri seint í fyrra hálvleiki. Millum annað arbeiddi Peter Krogh sera væl í verjuni tær stuttu løturnar, hann var inni, Orsøkin til, at Peter Korgh mátti spæla ein leiklut, hóast hann var skaddur, var helst, at Pætur Mikkjalsson longu tíðliga í dystinum fekk tvær útvísingar.
Tá ið verjan fór at rigga, endnaðist at fáa kosovar at skjóta útifrá, og í dag bjargaði Pauli Jacobsen tey flestu langskotini, sum ofta tyktust merkiliga ómotiverað.
Góða løtan seint í fyrra hálvleiki gjørdi, at Føroyar fóru frá 9-9 til 13-9 seinastu sjey minuttirnar. Óli Mittún skoraði tvey tey seinastu málini eftir frálík gjøgnumbrot frá vinstra bakki.
Sum eitt ódnarveður
Hálvleikurin mundi tykjast kosovum kærkomin, men hann hjálpti teimum einki. Føroyar komu aftur á vøllin sum eitt satt óndarveður, og átta minuttir seinni var 19-11 til Føroyar, og Kosovo tók eitt leikbrá. Hví venjarin hjá teimum bíðaði so leingi, er ilt at skilja, tí tað var í veruleikanum eingin vegur aftur hjá teimum.
Nú var stuttligt
Alt riggaði nú hjá okkara monnum, og hondbóltsgleðin lýsti av teimum. Elias á Skipagøtu vísti sítt stóra úrval av framúr fríspælingum í allar ættir. Tíverri endaðu fleiri hesum góðu skotmøguleikum við brendum skotum.
Tað gjørdi tó ikki mun, tí kosovar vistu ikki síni livandi ráð, og Føroyar bara øktu munin. Tað kundi enntá verið uppaftur størri munur, tí okkara menn brendu allan dystin ov nógvar góðar møgueikar.
Seinastu løtuna í landsliðssøguni í høllini á Hálsi var ovfarakæti á áskoðarunum, sum fagnaðu okkara hondbóltshetjum fyri enn eitt megnar avrik.
Úrslitið gjørdist 32-21, og harvið er lagið gott og vónirnar góðar til útidystin móti Ukraina í Vilnius í Litava sunnudagin. Vinna vit tá, so sær veruliga gott út.
EM-undanbólkur 6:
Føroyar -Kosovo 32-21 (13-9)
Óli Mittún 8/11, Elias Ellefsen á Skipagøtu 7/9, Hákun West av Teigum 6/11, Teis Horn Rasmussen 5/7, Rói Berg Hansen 3/5, Pætur Mikkjalsson 1/1, Vilhelm Poulsen 1/3, Trónur Mikkelsen 1/1, Peter Krogh, Ísak Vedelsbøl, Pauli Mittún, Janus Dam Djurhuus, Bjarni í Selvindi, Kjartan Johansen, Pauli Jacobsen (má), Alekssander Lacok (má).
Útvísingar: Pætur Mikkjalsson 2, Elias á Skipagøtu,Tróndur Mikkelsen.
Dysturin á heimasíðuni hjá EHF
Mynd: Gylvi Fritsson