Í gjárkvøldið – beint fyri midnátt – varð ringt til løgregluna at boða frá, at ein maður var frá sær sjálvum, tá hann var komin á vitjan hjá ungari kvinnu í Havn.
Hví og hvussu vita vit ikki, men maðurin byrjaði at sorla ting inni í bústaðnum hjá kvinnuni, har hann millum annað breyt eitt stórt fiskaakvarium, so bæði fiskar og vatn endaði á gólvinum hjá kvinnuni.
Tá løgreglan kom á staðið var gjørt av at sløkkja rele´ið í húsinum, tí vandi var fyri skammlopi vegna nógva vatnið.
Maðurin varð tikin við á løgreglustøðina, har hann slapp at sova rúsin av sær, áðrenn hann skuldi avhoyrast, tá hann vaknaði í morgun, greiðir vaktleiðarin á løgreglustøðini frá.