Framtíðar hóndbóltsstjørnur kappast í Føroyum í Nordic Open

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Vikuskiftið 6. – 8. juni verður Nordic Open, sum er ein stórsligin ungdómskapping í hondbólti fyri U17-dreingir í Føroyum.

Talan er um nýggja kapping, í ár fyri aldursbólkarnar 2008 og 2009, sum Hondbóltssamband Føroya skipar fyri.

Ætlanin er, at talan skal verða um eina afturvendandi kapping, sum annaðhvørt ár verður fyri U16-gentur og U17-dreingir. Talan verður um hondbóltstjóðir av ovastu rók, sum vitja í ár – Týskland, Sveis og Ísland. Leikt verður í Runavík fríggjadag, og leygar- og sunnudag Við Tjarnir.

Dystarskráin sær soleiðis út:

Fríggjadagin 6. juni í Bylgjuni í Runavík
Kl. 18.00 Sveis – Týskland
Kl. 20.00 Føroyar – Ísland

Leygardagin 7. juni við Tjarnir
kl. 16.00 Sveis – Ísland
kl. 18.00 Føroyar – Týskland

Sunnudagin 8. juni við Tjarnir
kl. 10.00 Týskland – Ísland
kl. 16.00 Føroyar – Sveis