Hevur tú nakrantíð upplivað tað, at tað kennist sum um tú einki hevur at fara í? Ímynda tær so ein kjóla, ið kann broyta mynstur við bara at trýsta á ein knøtt.
Adobe, sum vit vanliga kenna fyri at gera ymisk telduprogramm, hevur framleitt ein talgildan kjóla, sum tey nevna fyri “Project Primrose”.
Christine Dierk, sum hevur skapt tøknina, sigur við Euronews, at tøknin, ið er brúktur til hendan serliga kjóla, eins lætt kann gerast partur av klæðum, møblum, handtaskum, gardinum og so framvegis.
– Í mun til vanlig klæðir, sum eru statisk, so gevur Primrose mær møguleika at skifta snið upp á eina lítla løtu. Móti hevur ikki fyri neyðini at vera statisk. Móti kann eisini vera dynamiskur og samvirkandi, greiðir Christine Dierk frá í einari video-framløgu um hendan nýggja kjólan.
Video-framløgan sæst her: