Franskur landsliðsleikari spælt við FC Differdange 03

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

HM-finalan í 2006 var nóg illa byrjað, tá franski vinstri vongurin, Florent Malouda, fór heldur lættliga um koll eftir ein nærdyst við Marco Materazzi.  Zinedine Zidane sendi brotssparkið í netið. Materazzi javnaði í 20. minutti og Malouda átti brotsspark í byrjanini av seinna hálvleiki, tá Gianluca Zambrotta taklaði hann, men avgerðin fall allarhelst í 110. minutti í seinna hálvleiki av longdu leiktíðini, tá Materazzi segði eitthvørt keðiligt um systrina hjá Zidane.

18. november 2009 leiktu Írland og Frakland avgerandi frásáldingardystir í undankappingini tik HM 2010 í Suðurafrika. Nicolas Anelka tryggjaði Fraklandi ein 1-0 sigur í Írlandi, men Robbie Keane javnaði í seinna dystinum, so neyðugt var við longdari leiktíð. Í longdu leiktíðini sendi Florent Malouda eitt fríspark innfyri, har Thierry Henry tamdi bóltin við hondini og legði upp til sigursmálið hjá William Gallas.

Tilsamans spældi Florent Malouda 80 landsdystir og skoraði 9 mál. Í fyrsta landsdystinum undir leiðslu av Laurent Blanc 3. september 2010 var Malouda liðskipari, tí vanligi liðskiparin, Patrice Evra, hevði fingið 5-daga leikbann.

Florent Malouda hevði annars eina frálíka fótbóltslívsleið, har hann vann meistaraheitið við Lyon í 2003-04, 2004-05, 2005-06 og 2006-07 umframt steypakappingina í 2003, 2004 og 2005. Í 2007 varð hann seldur til Chelsea, har hann gjørdist meistari í 2009-10, vann FA Cuppina í 2008-09, 2009-10 og 2011-12. Harafturat vann hann UEFA Champions League 2011-12 eftir at hava verið tveyari í 2007-08.

Eftir tíðina í Chelsea fjakkaði hann millum ymisk fótbóltsfeløg í Turkalandi, Fraklandi, India og Egyptalandi, áðrenn hann endaði hjá Foussballclub Differdange 03 í Luxembourg kappingarárið 2017-18, har hann orsakað av skaðum bert spældi 5 landskappingardystir, men legði upp til 3 mál.

Dysturin millum KÍ og FC Differdange 03 byrjar klokkan 18.