, ,

Frekkir dreingir á pall á OY Voxbotn 

Skrivað

FM1

Dagfesting

OY Voxbotn: Vit spurdu, tit svaraðu.

Beint sum OY Voxbotn 2024 var av, settu fyrireikararnir spurningin, “Hvønn vilt tú hoyra á OY Voxbotn 2025?” Eitt ynski ið gekk aftur og aftur var bólkurin Suspekt. 

“Tí gjørdu vit skjótt av og bjóðaðu teimum at luttaka á OY Voxbotn 2025, og teir játtaðu beinavegin,” boðar OY Voxbotn frá. 

Gleð teg til eina rimmar veitslu!

Suspekt eru kendir sum bad boys í donsku tónleikavinnuni, tí sangirnir snúgva seg um sex, drugs og rock’n’roll lívið í Keypmannahavn. 

Einaferð vóru tey í Harkaliðnum hildin at vera frek og ónærislig, men teirra sangir eru sum sálmar afturímóti teimum hjá Supsekt. Tey tilkomnu hava hug at rodna eitt sindur tá sangir sum Gonzo verða spældir, men lurtar tú eftir fjøldini, hoyrir tú, at tey duga hvørt eitt orð. Tí Suspekt hoyrir til eitthvørt ball, og OY Voxbotn er eisini eitt risa ball. 

Men fyrst og fremst er talan um feitan og stuttliga tónleik. Bólkurin hevur røtur aftur til síðst í 90’unum. Tá vóru teirbara unglingar. Men tað var ikki fyrr enn í nullunum ,at bólkurin veruliga slerdi seg fastan á danska tónleikapallinum. Hetta var tá teir í 2003 góvu út útgávuna “Ingen slukker the stars”. Eitt lag á útgávuni eitur “Kinky Fætter”, og hetta lag verður av fjølmiðlum lýst sum lagið sum tók tað óspilta og óseka úr donskum hip hop tónleiki.

Suspekt broytti sostatt danskan tónleik við at tora at vera grovir og fúlir – og fjøldin elskaði tað. Nú eru Suspekt fastir gestir á teimum stóru pallunum í ríkinum, og teir hava samstarvað við mong stór listafólk, so sum Kendrick Lamar, Lucas Graham, Tessa og onnur.

Tað verður rimmar veitsla tá teir fara á pallin 28. juni. Lat tí smædna afturhaldnið liggja eftir við hús, og geyla við teimum villu, stuttligu og ópassandi sangunum. 

Atgongumerki fáast á ebillet.fo fyri kr. 795 umframt avgreiðslugjøld. 

OY Voxbotn 2025 verður hildið í samstarvi við Posta, Føroya Banka, Eta, Atlantic Airways, OY, SMS, Burger King, effo, Coca Cola, Nema, Hoyrnin og Red Bull.