Nú ídag 23. oktober er 100 ár liðin síðan Frelsunarherurin varð settur á stovn í Føroyum, og millum tey ið hátíðarhalda hetta teljast Posta, sum hevur útgivið eitt nýtt frímerki til høvið.
Samstundis hevur Frelsunarherurin í hesum sambandi eitt alment tiltak í Reinsarínum ídag aftan á døgurða, við frímerkjum, tónleiki og røðu.
Frelsunarherurin byrjaði sítt virksemi her í 1924, og enn ljómar sangur og horntónleikur frá hesum sosialt virkna og væl umtókta felagsskapi.
Edward Fuglø hevur sniðgivið frímerkið. Um íblásturin sigur hann at tey flestu kenna tann ‘sjónliga’ partin í almenna rúminum hjá Frelsunarherinum, millum annað skrúðgonguna á ólavsøku, og tað at tey hjálpa teimum sum ongin annar vil kennast við. Tí situr ein heimleysur einsamallur mitt á arkinum umfevndur av Frelsunarherinum á báðum síðum. Teppið um herðarnar á tí heimleysa hevur litin á flagginum hjá Frelsunarherinum.
Umframt frímerkjaútgávuna í dag, vóru tvær nýggjar frímerkjaútgávur í síðstu viku.
HAFNIA 24
Í ár eru 400 ár liðin síðan at Christian 4. kongur innførdi skipaðan postflutning í danska ríkinum – og harvið legði grundarsteinin til danska postverkið. Tað hátíðarheldur Posta við eini HAFNIA útgávu – tað er hóast alt, eisini ein partur av søguni hjá Posta. Sniðgivið og myndrist hevur viðurkendi norsk-svenski listamaðurin, Martin Mörck.
Í sambandi við 400-ára hátíðarhaldið var stóra frímerkjaframsýningin HAFNIA 24 í Keypmannahavn í vikuskiftinum, har Posta hevði ein av sølubásunum. “Framsýningin eydnaðist framúr væl og nógv fólk vitjaði básin hjá Posta,” sigur Posta.
Julius í Likkudali
Jólafrímerkini í ár mynda tann “lívliga, klossuta og herliga” jólamannin Julius í Likkudali, sum flestu børn kenna m.a. frá barnasendingum í sjónvarpinum og sjónleiki, Tá ið tað stóra jólatræið á Vaglinum í Havn verður tendrað, er tað Julius sum kemur við brandbilinum og verður lyftur heilt upp til stjørnuna ovast á trænum. At børnini kenna jólamannin er eyðsæð tá hann kemur við brandbilinum og øll glað og spent rópa “Hey Julius!”
Eitt hefti við seks sjálvklistrandi frímerkjum fæst eisini. Allan Davidsen hevur sniðgivið frímerkini.