Friðarkonsert á Reinsarínum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fríggjadagin 17. januar klokkan 20.00 verður friðarkonsert á Reinsarínum í Havn. Fleiri av okkara fremstu tónleikarum, sum Rani Nolsøe, Martin Joensen, Jens Marni Hansen, Herborg Torkilsdóttir og Magni Christiansen, fara at spæla. Henrik Weihe Joensen skipar fyri friðarkonsertini

Endamálið við konsertini er at varpa ljós á friðartilgongdir og vápnaavdubbing heldur enn kríggj í Ukraina og Miðeystri. Høgni Hoydal og Jóannes Eidesgaard fara at perspektivera um munin millum vápnaavdubbing og friðartilgongdir.

Friðarkonsertin er politiskt óheft og hevur til endamáls at sameina fólk við ymiskum sjónarmiðum um kríggjini í Ukraina og Miðeystri. Konsertin vil leggja dent á týdningin av at fremja friðartilgongdir skjótast gjørligt, so at fólkini í Ukraina, Russlandi, Ísrael og Palestina fáa loyvi til at liva í friði uttan kríggj.