Hóast bæði Ovastevna og Regatta hava verið um vikuskiftið, hevur verið stak friðarligt hjá løgregluni.
Vakthavandi á løgreglustøðini ger greitt, at tvær patruljur hjá løgregluni vóru til staðar úti í Nólsoy á Ovastevnu, men at hjá báðum patruljunum gjørdist tað bert til tvey mál.
Annað málið snúði seg um brot á skilhaldsreglurnar, meðan hitt málið var um eitt fólk, sum var dottið og hevði meiðslað seg so mikið illa, at neyðugt var at flyta viðkomandi til Havnar á sjúkrahúsið.
Um vikuskiftið tóku nógvir bátar eisini lut í regattuni, og umborð á nógvum bátum er rúsdrekka ein fastur táttur í regattasiglingini.
Óðin, sum er báturin hjá løgregluni, var til staðar at taka stikkroyndir, tá farið varð úr Hósvík, men har stóðst einki mál burturúr, sigur vakthavandi.