Fríður Dalsgarð tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tórshavnar býráð hevur sett Fríða Pállson Dalsgarð í starv sum tekniskan stjóra. Fríður, ið er 50 ára gamal, er útbúgvin sivilverkfrøðingur og hevur starvast sum býarverkfrøðingur í Tórshavnar kommunu síðan 2021. Hann tekur við starvinum beinavegin.

Tekniska fyrisitingin er samansett av fimm fyrisitingarligum deildum og sjey rakstrarstovnum, sum samanlagt fevna um umleið 265 ársverk, harav 46 starvast í fyrisitingini.

Í politiska bygnaðinum hevur tekniska fyrisiting tilvísing til teknisku nevnd, byggi- og býarskipanarnevndina og náttúru- og umhvørvisnevndina.

Fríður Dalsgarð verðu partur av leiðsluni í umsitingin í Tórshavnar kommunu.

Átta umsøkjarar vóru til starvið. Frammanundan var Bogi Jacobsen tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu.