Kom við, tá ið royndi Russlands korrespondenturin Flemming Rose og lektarin á Fróðskaparsetrinum Heini í Skorini tosa um Russland, kríggið í Ukraina og Føroyar í tí stóru myndini.
Mikukvøldið 7. juni skipar Frihedsbrevet fyri einum forkunnugum tiltaki í Løkshøll í Runavík.
Flemming Rose, redaktørur á Frihedsbrevet.dk, og Heini í Skorini, serfrøðingur í altjóða viðurskiftum, fara at skifta orð um heitasta politiska málið júst nú, bæði í Føroyum og í restini av heiminum. Hetta gera teir undir kønari leiðslu av Jan Lamhauge, journalisti á Frihedsbrevet.fo.
Við einari fortíð sum korrespondentur í Russlandi og einari hollari vitan um russisku og ukrainsku søguna, fylgir Flemming Rose sera væl við í tí, sum hendir í Ukraina og avleiðingarnar av russisku innrásini.
Heini í Skorini er phd í altjóða politikki frá King’s College í London, lektari á Fróðskaparsetrinum, royndur journalistur og virkin viðmerkjari.
Hetta verður klókt, hetta verður aktuelt og hetta verður forkunnugt.
Í Løkshøll 7. juni, klokkan 19.30.
Kostnaður: 130 krónur. Atgongumerki kunnu keypast á loksholl.fo
Limir í Frihedsbrevet sleppa ókeypis inn, um teir boða frá luttøku á loksholl@frihedsbrevet.fo innan sunnukvøldið.