, ,

FSF flytir dystir vegna víðari luttøku hjá KÍ

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Vegna víðari luttøku hjá KÍ í UEFA Champions League, so hevur kappingarnevndin hjá FSF samtykt at gera hesar broytingar í Betri Deildini hjá monnum og í kappingini um Løgmanssteypið:

Dysturin í Betrideildini hjá monnum millum Víkingur og KÍ verður fluttur til  tann 11. august. Hesin dystur skuldi upprunaliga spælast tann 13. august.

Dysturin í Betrideildini hjá monnum millum EB/Streymur og KÍ verður fluttur til 27. September. Hesin dystur skuldi upprunaliga spælast tann 6. august.

Hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið millum B68 og EB/Streym verður fluttur til mikudagin 20. September. Hesin dystur skuldi upprunaliga spælast tann 27. september.