Borgarstjórarnir í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu, Per Martin Gregersen og Dávur Juul, hava í dag undirskrivað ískoyti til sáttmálan “Framvit” um skúlasamstarv frá 8. til 10. flokk í kommununum. Tað skriva heimasíðurnar hjá kommununum báðum.
Ískoytið hevur tvær høvuðsbroytingar. Tann eina, at loft upp á 12 milliónir krónur er sett á partin Eysturkommuna rindar í 64-skúlan. Hin, at longdin á sáttmálanum er stytt frá 1. januar 2039 til 1. august 2035.
Fuglafjørður, Gøta og Leirvík hava í mong ár samstarva um elstu næmingarnar í fólkaskúlanum, sum hava gingið í hádeildini í Fuglafjarðarskúla.
Eysturkommuna valdi at kann møguleikarnar fyri egnari hádeild í kommuni, og fyrr í ár segði Per Martin Gregersen, borgarstjóri, at nógv talaði fyri, at kommunan kundi skipa egna framhaldsdeild. Hendan ætlan er nú slept, og kommunurnar báðar eru samdar at halda fram við samstarvinum um Hádeild.
Ískoytið verður nú sent landsstýrismanninum í Barna- og Útbúgvingarmálaráðnum til góðkenningar.