Fundur um formann klokkan 17

Skrivað

Árni Gregersen

Dagfesting

Enn hevur bygdaráðið í Porkeri ikki skipað seg, men klokkan 17 í dag kemur bygdaráðið saman at velja formansskap og nevndir.

Teresa Heradóttir Silvurdal fekk flestar atkvøður á valinum 12. november, men hon hev ur ikki enn fingið ein meirlluta aftan fyri seg.


Sitandi borhgarstjórin, Ása Holm fekk á sama lista 15 mærri atkvøður enn Teresa Silvurdal, men roynir at slpppa at halda fram sum borgarstjóri.

Fundurin verður í dag klokkan 17 og aftaná fæst helst at vita, hvør teirra verður vald til borgarstjóra.

225 fólk høvdu valrætt í kommununi – 93,4 vóru á valið. Teresa Silvurdal fekk 57 atkvøður og Ása Holm 42.