Fylg við EM-kvinnunum á heimasíðuni hjá FM1

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Heimasíðan fm1.fo verður við í flogfarinum, tá ið føroysku hondbóltskvinnurnar tíðliga mikumorgunin seta kós beinleiðis úr Vágum til Basel í Sveis at spæla EM-endaspæl.

Hetta er stórhending í føroyskum ítrótti, og er tað bara luttøkan hjá hondbóltsmonnunum í EM í Berlin fyrr í ár, sum kann sammetast við hetta.

Føroysku kvinnurnar hava verið savnaðar í einar tíggju dagar og hava ferðast landið runt til venjingar og skúlavitjanir.

Tveir venjingardystir eru eisini spældir móti svenska B-landsliðnum, og hóast Føroyar taptu báðar dystirnar, 28-27 og 28-26, so eru vónirnar góðar. Allir leikarar eru klárir, og einki er at frætta um skaðar av týdningi.

Føroyar spæla allar dystirnar í Basel, sum liggur við Rínánna á markinum millum Sveis, Frakland og Týskland. Mett verður, at umleið 400 føroyskir áskoðarar fara til Sveis at hyggja eftir føroysku kvinnunum.

Føroyar eru í bólki D saman við Sveis, Kroatia og Danmark.

Fyrsti dysturin hjá føroysku kvinnunum verður spældur fríggjadagin klokkan 17 móti vertstjóðini Sveis í tí fullsettu St. Jakobshalle, sum hevur pláss fyri 6500 áskoðarum.

Annar dysturin er sunnudagin klokkan 14.30 móti Kroatia og triðji dysturin í bólkaspælinum er móti Danmark týsdagin 3. desembur klokkan 17.00.

Tvey tey fremstu liðini í hvørjum bólki fara víðari til millumspælið. Mett verður ikki, at Føroyar hava serliga góðan møguleika at spæla seg víðari.

Skuldi tað kortini hent, skulu Føroyar spæla í eysturríkska høvuðsstaðnum Wien í millumbólki 2 móti londunum, sum koma víðari úr bólki E og bólki F.