Fýra broytingar á landsliðnum móti Montenegro

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Jùst sum væntað, eru Mattias Lamhauge, Jóannes Kalsø Danielsen, René Shaki Joensen og Meinhard Olsen millum teir fyrst ellivu, tá ið landsliðið spælir móti Montenegro á útivølli í kvøld klokkan 19.45.

Trygvi Absalonsen frá FM1 er staddur í Montenegro, og sigur frá dystinum á FM1 klokkan 19.45. Undansendingin byrjaði nú klokkan 18.45.

Í gjár regnaði illi í Montenegro, men í dag hevur verið turt. Kortini eru vøllurin framvegis sera vátur, og tað merkir millum, at spælararnir mugu spæla í gaggum við jarnknobbum.

Montonegro verður mett at vera favorittur at vinna dystin. Men í føroyska hópinum ætla teir sær at fáa minst eitt stig við heim aftur í kvøld.


Liðið í kvøld:

Málverji
Mattias Lamhauge

Í verjuni:
Jóannes Kalsø Danielsen, Andrias Edmundsson, Oddmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen

Á miðvøllinum:
Hanus Sørensen, Brandur Olsen, René Shaki Joensen, Meinard Olsen

Í álopinum:
Petur Knudsen

Á beinkinum:
Ari Petersen, Bárður á Reynatrøð, Samuel Chukwudi, Hallur Hansson, Árni Frederiksberg, Páll Klettskarð, Arnbjørn Svensson, Adrian Justinussen, Geza Dávid Turi, Martin Agnarsson, Poul Kallsberg og Noah Hans Mneney.