Fýra dystir í Betrideildini í dag – Oddadystur á Norðoyastevnu

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fýra dystir verða spældir í Betrideildini hjá monnum í dag.

Stórdysturin er á Norðoyastevnu í Klaksvík klokkan 19.00 í kvøld, tá ið oddaliðið KÍ tekur móti NSÍ. Hesi bæði liðini havi verið greitt tey bestu hetta kappingarárið, men serliga NSÍ hevur seinastu umførini mist týðandi stig í ósigrum móti KÍ og HB. Tí hevur dysturin í kvøld heilt nógv at siga fyri spenningini í deildini, tí skuldi KÍ vunnið dystin í kvøld, so er teir sjey stig framman fyri NSÍ, og tá fer longu at verða trupult at síggja, at nakar klárar at hótta KÍ í meistarastríðnum.

Fyrsti dysturin í dag er í Vági klokkan 15.00. Tá ið FC Suðuroy tekur móti B36. Bæði liðini høvdu hvør í sínum lagi eina lutfalsliga góða byrjan upp á kappingarárið, men seinastu umførini hava úrslitini verið so sum so. Heimaliðið FC Suðuroy er undir niðurflytingarstrikuni og hevur brúk fyri stigum í botnstríðnum, meðan B36 hevur brúk fyri stigum í stríðnum við Víking og HB um plássini í Evropa.

Klokkan 17.15 er tveir dystir. EB/Streymur og 07 Vestur spæla á Eiði, meðan B68 og TB spæla á Toftum.

Dysturin á Eiði er torførur at spáa um. EB/Streymur hevur staðið seg væl og eru í løtuni trygt leysir av niðurflytingarstríðnum, meðan 07 Vestur er vaknað eftir venjaraskiftið og er komið upp um niðurflytingarstrikuna. Tí er lagt upp til ein sera spennandi dysti í Hólmanum á Eiði.

Á Toftum má B68 metast sum favorittur móti TB, tí TB hevur seinastu umførini havt fleiri vánalig úrsliti. Hinvegin er TB mitt í einum venjaraskifti, men tað er ógreitt, um nýggi venjari Thomas Thinggaard er á beinkinum í kvøld.

Fyrsti dysturin í 12. umfari var spældur hóskvøldið, tá ið HB vann 2-1 móti Víkingi.


Dagsins dystir – Leygardagur 31. mai 2025

  • 15:00 FC Suðuroy – B36
  • 17:15 EB/Streymur – 07 Vestur
  • 17:15 B68 – TB
  • 19:00 KÍ – NSÍ

Stigatalva í Betrideildini hjá monnum

 LiðDVJTMFMMStig
11110103853331
2NSÍ1190249133627
3HB128132622425
4B36115241615117
5Víkingur125251413117
6EB/Streymur114251119-814
7B68113261125-1411
807 Vestur112181520-57
9FC Suðuroy11209527-226
10TB11137935-266