Fýra føroyskir svimjarar svimja um heimsmeistaraheitið hesa vikuna

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Hesa vikuna, frá týsdegi 10. desembur til sunnudagin 15. desembur, svimja fýra føroyskir svimjarar um heimsmeistaraheitið á stuttgeil 2024 í Budapest í Ungarn.

Starvsnevndin í Svimjisambandi Føroya hevur úttikið fýra svimjarar til kappingina. Tey fýra eru:

  • Elisabeth Erlendsdóttir úr Havnar Svimjifelag, 100 og 200 rygg
  • Lea Osberg Højsted úr Ægir, 100 og 200 bringu
  • Isak Brisenfeldt úr Havnar Svimjifelag, 100 og 200 firvald
  • Líggjas Joensen úr Ægir, 400 og 800 frí

Eisini er meldað til allar tríggjar møguligar liðsvimjingar, í 4×50 frí, 4×50 blandað og 4×100 blandað fyri blandað lið.

Sambært svimjing.com, er málsetningurin at svimja seg til 32. pláss, sum er kravið til at vera á stigi 2 í nýggju úrvalsskipanini. Tað verður tó ikki lætt, tí luttøkan er stór og góð á hesi heimsmeistarastevnu.

Besta møguleika hevur helst Líggjas Joensen, sum er styrkismettur sum nummar 32 av 55 í 400 frísvimjing.


Við svimjarunum í Ungarn eru landsliðsvenjarin Rúni Gaardbo, og ferðaleiðari er og Bjørg Ólavsdóttir.

Á myndini, sum Svimjisambandi hevur lagt á Facebook, er partur avferðalagnum á veg til Budapest. Líggjas Joensen, sum svimur í Danmark og Elisabeth Erlendsdóttir, sum svimur í USA, komu í ferðalagið seinni.

Mynd: Danny Osberg Højsted