Fýra menn vórðu í Føroya rætti í dag dømdir fyri harðskap í felag og vitnishóttanir, ið vórðu framdar í miðbýnum í Havn í tveimum førum fyrr í ár.
Tilsamans vóru fýra ymiskar ákærur, men ymiskt var, hvat menninir vóru ákærdir fyri.
Ein ákæra var fyri harðskap í felag, sum varð framdur móti einum manni í Steinatúni í Havn 23. Apríl í ár. Onnur ákæran hevði eisini samband við ta fyrstu, tí hon snúði seg um vitnishóttanir og herverk í hesum málinum.
Triðja ákæran var um harðskap í felag á Áarvegnum í Havn 14. Mei í ár, har tveir órættaðir vóru. Eisini í hesum málinum var ein ákæra um vitnishóttanir. Vitnishóttanirnar vórðu tó ikki framdar móti teimum, ið vóru offur fyri harðskapinum, men móti tveimum øðrum.
Ein av monnunum var ákærdur í øllum fýra ákærunum, og hann varð eisini funnin sekur í teimum øllum. Dómurin í dag útloysti eisini ein annan dóm, tí maðurin varð í oktober í fjør royndarleyslatin úr fongsli í sambandi við ein harðskapsdóm.
Maðurin varð í dag dømdur 10-mánaða treytaleysa fongsulsrevsing, og fyri at forða fyri, at maðurin ikki fór at fremja meira harðskap, varð hann varðhaldsfongslaður, soleiðis at hann skal inn at sita umgangandi.
Hetta er tað, sum kallast “uskadeliggørelsesarrest”, sigur Ingi Midjord, ákæri, og hetta er ikki óvanligt at gera, tá fólk eru dømd fyri harðskapsmál áður.
Annar og triði maðurin vórðu dømdir fyri saman við tí fyrsta manninum at hava framt harðskap í Steinatúni, men teir vórðu frídømdir fyri harðskapin á Áarvegnum. Báðir fingu 40-daga treytaða fongsulsrevsing, umframt at teir skulu gera 60 tímar av samfelagstænastu hvør. Harumframt skulu menninir eisini vera undir eftirliti hjá Kriminalforsorgini í eitt ár.
Fjórði maðurin var funnin sekur í at hava framt harðskap á Áarvegnum, og hann fekk 60-daga treytaleysa fongsulsrevsing, tí at hann er áður dømdur í harðskapsmáli.