Fýra valevni hava boðað frá, at tey stilla upp til teir báðar nevndarsessirnar hjá Føroya Pedagogfelag, sum verða valdir á aðalfundinum 29. mars. Valevnini eru:
- Gunnvá Akraberg Hansen
- Hildibjarta Súnadóttir
- Joan Heinesen
- Nikkil Heinesen
Tvey av teimum verða vald í nevndina fyri næstu trý árini, meðan hini bæði verða tiltakslimir eftir atkvøðutalinum.
Umframt nevndarvalið verður eisini val til:
Leiðararáðið:
- Arna Silvurstein
- Eyð Skúvadal Johannesen
Námsfrøðingaráðið:
- Dagny Miðskarð
- Krista Hvannastein
- Majbritt Egholm
Hjálparfólkaráðið:
- Eingin hevur enn boðað frá uppstilling.
Viðtøkubroytingar gera tað møguligt at skjóta upp og velja upp til tríggjar eykalimir á aðalfundinum fyri bæði nevnd og ráð. Tí verður roynt at fáa fólk at stilla upp til ráðini á sjálvum aðalfundinum.
Øll valini verða hildin talgilt.