Hann gjørdist høvuðsvenjari í IFK Göteborg fyri einum ári síðan, men nú er greitt, at Jens Berthel Askou er nýggjur hjálparvenjari í Sparta Prag.
Kekkiska meistaraliðið seldi nýliga Brian Priske til Feyenoord, eftir at Arne Slot tók yvir hjá Jurgen Klopp í Liverpool, og í hesum sambandi gjørdist hjálparvenjarin í Sparta Prag, Lars Friis, høvuðsvenjari, og nú hevur hann funnið sín hjálparvenjara.
Valið er fallið á fyrrverandi HB-venjaran Jens Berthel Askou.
Enn eru ikki allir smálutir komnir upp á pláss, men nú fyrrverandi felagið hjá Askou, IFK Göteborg, skrivar, at hann er seldur til Sparta Prag. Væntandi koma teir seinastu snøklarnir upp á pláss ein av komandi døgunum.
Jens Berthel Askou stóð á odda fyri svenska liðið í 35 dystum.
Jens Berthel var venjari hjá HB í 2020, har hann vann The Double, áðrenn hann gjørdist venjari hjá AC Horsens í 2021. Jens hevði sáttmála við Horsens í eitt ár afturat, men samarbeiðið steðgaði í úrtíð, eftir at IFK Göteborg keypti hann úr sáttmálanum, og nú hevur Sparta Prag keypt hann úr sáttmálanum í Svøríki.