Fyrrverandi KÍ-venjarin hevur kendan verja

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Hann er kendur fyri at vera verji hjá løgreglufólki, sum eru ákærd av Den Uafhængige Politiklagemyndighed, og tað hevur hann “altíð gjørt við góðum úrslitum”, stendur at lesa á heimasíðuni hjá sakføraranum.

Sakførarin eitur Torben Koch, ið danskir miðlar stutt og greitt nevna fyri politisakføraran.

Hann skal í dag og í morgin vera verji hjá fyrrverandi KÍ-venjaranum, sum í tveimum førum er ákærdur fyri at hava trýst tvey fólk á bringuna við nevanum og sagt, at hann “skal smildra beinini” á viðkomandi, og at hann skal “oyðileggja fótbóltskarrieruna og sivilkarrieruna” hjá viðkomandi, sambært ákæruritinum, sum FM1 hevur fingið innlit í.

Tað er ákæruvaldið, ið av sínum eintingum, sum hevur valt at reisa ákæru móti Mikkjali Thomassen, ið er ákærdur fyri í tveimum førum at hava sett fram hóttanir í náttarlívinum í Havn tann 18. september í fjør.

Danskir miðlar skriva um Torben Koch, at hann er tann verjin, ið fær politifólk frídømd upp á strípu, og hann leggur sjálvur ikki fingrar ímillum, at hann hevur serliga góð evnir at fáa fólk frídømd.

Danski miðilin Information skrivar millum annað, at í 2012 og 2013 vórðu 288 harðskapsmál meldað til Den Uafhængige Politiklagemyndighed. Av teimum 288 blivu fimm ákærur reistar móti løgreglufólki fyri harðskap. Av teimum fimm málum, sum fóru víðari til statsadvokatin, vendi statsadvokaturin tummilin niðureftir fýra ferðir.

– Ein sak kom fyri ein dómstól. Hann fekk eg frídømdan. Av teimum 288 harðskapsmálunum fekk Den Uafhængige Politiklagemyndighed nada út av tí, sigur Torben Koch í samrøðu við Information í 2017.

Torben Koch er sakførari fyri politiið, danska herin, danska fongsulsfelagið, danska jarnbreytafelagið, danska toll og skatt umframt fleiri bjargingartænastur í Danmark.

Les meira: Mikkjal Thomassen er fyri rætt í dag

Harmur um sín atburð
Tað var tann 26. september í fjør, at Dimmalætting skrivaði um framda harðskapin hjá nú fyrrverandi KÍ-venjaranum, sum fóru fram tann 18. september í fjør.

Tað var meðan KÍ-spælarar og viðhaldsfólk í september í fjør hátíðarhildu, at 20. meistaraheitið hjá felagnum var fingið til høldar, at Mikkjal Thomassen framdi harðskap í havnargøtum móti einum fótbóltsdómara, einum leikara í Betri Deildini, einum kringvarpsjournalisti og einum málmansvenjara. Eisini kom hann við hóttanum.

Mikkjal Thomassen var sjálvur ógvuliga harmur um sín atburð og bað eftirfylgjandi hesum fólkum um umbering.

– Eg eri ógvuliga harmur um mín atburð í býnum, og eg havi givið einum fótbóltsspælara hjá Víkingi, sum eg við vissu veit, at eg havi verið ófantaligur ímóti, eina treytaleysa umbering, sum viðkomandi tók ímóti, segði hann í viðmerking til Dimmalætting um hendingarnar í náttarlívinum í Havn hesa náttina.

Ákærin hevur nú reist ákæru í tveimum av hesum fýra hendingunum, og tveir dagar eru settir av til málið.