Fyri fyrstu ferð nakrantíð er ein fyrrverandi forseti ákærdur av amerikanska løgmálaráðnum. Tað er í samband við handfaring av loyniligum og sera loyniligum skjølum, ið Trump tók við sær úr hvítu húsunum eftir forsetaósigurin á valinum í 2020.
Í gjár møtti møta Trump í samveldisdómstólinum í Miami, í samband við, at hann er ákærdur fyri 37 ákærupunkt av samveldismyndugleikunum í USA.
Donald Trump boðaði rættinum frá, at hann er ósekur í øllum ákærunum um, at hann á ólógligan hátt hevur handfarið skjøl um trygdina hjá USA, eftir at hann fór úr hvítu húsunum, og eftirfylgjandi hevði logið fyri myndugleikunum, sum kravdi skjølini aftur, umframt at spenna bein fyri kanningararbeiðnum.
Les eisini: Donald Trump ákærdur í samband við handfaring av loyniligum skjølum
Men hansara framferð í hesum málinum er bara fyri at hóreiggja sær. Tað heldur hansara fyrrverandi stápsstjóri John Kelly.
– Hann er stúrin, og framferð hansara skal viga upp ímóti hesum. Hann ynskir at geva fólki ta fatan, at hann er líkasælur, men tað er hann ikki, sigur John Kelly við The Washington Post.
Skal standa til svars
– Fyri fyrstu ferð nakrantíð, so sær tað út til, at hann skal standa til svars fyri sínar gerðir, og tað er hann ongantíð upplivað áður, sigur John Kelly.
The Washington Post skrivar, at Trump, sambært sínum ráðgevum, ynskir at vísa, at hann er dystin fús og til reiðar at berjast ímóti ákærunum.
Sambært The Washington Post, sum hevur upplýsingar frá ónevndum ráðgeva hjá Trump, at tað, ið fyrrverandi forsetin er mest argur um, eru søgurnar í miðlunum, at hann er lúnutur, ofta í ringum lag og illa lýddur vegna sítt illsinta lyndi.
Í einari talu nátt føroyska tíð, segði Donald Trump, at hann fór at seta ein serligan ákæra, ið skuldi “fara eftir” Joe Biden, um hann verður afturvaldur sum forseti í USA, nú Joe Biden, sambært Trump, førir politiska heksajakt móti sær.
Eisini brúkti hann tíð upp á at vissa fyri fólki, at hann er ósekur í øllum ákærum.