Tvífaldi olympiski vinnarin Beatrice Chebet úr Kenja gjørdist á ársins seinasta degi fyrsta kvinnan nakrantíð at renna 5 kilometrar skjótari enn 14 minuttir. Tað skrivar World Athletics.
24 ára gamli rennarin setti nýtt heimsmet við tíðini 13 minuttir og 54 sekund, tá ið hon vann rennikappingina Cursa dels Nassos í Barcelona í gjár. Hon átti sjálv gamla metið.
Beatrice Chebet vann bæði 5.000 metrar og 10.000 metrar á Olympisku leikunum í París fyrr í summar. Hon eigur eisini heimsmetið á 10.000 metrum við tíðini 28 minuttir og 54,14 sekund.
Uppslag hjá World Athletics á Facebook