Tummas á Lakjuni, ið gongur á Tøknibreytini í tekniska skúla í Klaksvík, hevur í morgun sum ársins fyrsta pisa fingið húgvuna á høvdið.
Tummas var uppi í Samfelagsfrøði B, har økisleiðarin á Tøknibreytini, Kjartan Sleire, var próvdómari og somuleiðis tann, sum gav Esmar Martini húgvuna á høvdið.
Sum siður er, so slapp fyrsta pisan at vinda flaggið á stong.
Prógvhandan verður úti í Grøv mikudagin kl. 10, har øll eru hjartaliga vælkomin.
