Fyrsta steypakapping í estetiskum fimleiki í 2025

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Kappingarárið 2025 í fimleiki byrjar við fyrstu steypakappingini í estetiskum fimleiki, sum verður í Høllini á Hálsi í morgin. Hetta er eitt serligt ár, tí fyri fyrstu ferð eru heilar tríggjar steypakappingar á skránni.

Kappingin byrjar kl. 12.45 við innmarsji og verður væntandi liðug umleið klokkan 16.00.

Fýra feløg hava meldað luttøku við 21 liðum í alt. 5 pinkulið, 7 smágentulið, 5 gentulið, 1 unglingalið, 2 kvinnulið og eitt kvinnulið í short program fara at kappast og tey koma úr hesum feløgum:

  • Fimleikafelagið Ljósið
  • Havnar Fimleikafelag
  • Fimleikafelagið Støkk
  • Klaksvíkar Fimleikafelag

Kappingin verður stroymd á heimasíðuni hjá Kringvarpinum