Inter Milan er í Champions League finaluni fyri fyrstu ferð í 13 ár, tá ið teir í kvøld vunnu 1-0 á AC Milan. Einsamalla málið í kvøld skoraði Lautaro Martinez, samanlagt vunnu teir 3-0.
AC Milan hevði ikki nógv at bjóða uppá, ímeðan verjan hjá Inter Milan spældi klókt.
Málið hjá Lautaro Martinez bleiv skorað, tá ið 74 minuttir vóru spældir av dystinum.
Inter Milan hava vunnið kappingina 3 ferðir og samanlagt luttikið í finaluni 5 ferðir.
Inter Milan | Hagtøl | AC Milan |
43 | Possession % | 57 |
4 | Skot á mál | 1 |
15 | Skot í alt | 5 |
0,91 | xG (Expected goals) | 0,55 |
84 | Rættar avlevering í % | 84 |
281 | Avleveringar | 364 |
17 | Taklingar | 14 |
23 | Klearingar | 10 |
5 | Horna | 3 |
1 | Offside | 0 |
2 | Gul kort | 4 |
0 | Reyð kort | 0 |
15 | Brot frammt | 22 |
Í annaðkvøld verður seinna hálvfinalan spæld, tá ið Manchester City og Real Madrid skulu dystast á Etihad Stadium.
Finalan verður í Istanbul tann 10 juni.