Tann 30. juni 2006 fekk argentinski vinstri bakkurin, Leandro Cufré, tann ivasama heiður at fáa reytt kort eftir ein dyst, sum hann ikki hevði spælt í.
Talan var dyst í HM-fjórðingsfinaluni, har Argentina tapti 4-2 fyri Týskland upp á brotssparkskapping, tá vanligi dysturin endaði 1-1. Tað var ein tættur dystur, har dómarin, Ľuboš Micheľ, gav samanlagt sjey gul kort, fýra til Aregntina og trý til Týskland. Tað fyrsta – til týska áleyparan Lukas Podolski – varð víst longu í 3. minutti, meðan Micheľ vísti fýra av teimum eftir 88. minutt.
Eftir, at málverjin Jens Lehmann endaði brotssparkskappingina við at bjarga royndini frá miðvallarleikaranum Esteban Cambiasso, brustu bæði liðini saman tætt við síðulinjuna. Sambært BBC report, so sparkaðu og slógu liðini hvørt annað, men tann einasti, sum varð burturvístur var Cufré, sum var ein óbrúktur eykaleikari. Hann sparkaði týska verjuleikaranum, Per Mertesacker, í knæið og gjørdist fyrsti leikarin, sum fekk eitt reytt kort aftan á dystin í allari HM-søguni.
Seinni gav FIFA Roma-leikaranum, Leandro Cufré, eina bót á 10.000 sveisar frankar og leikbann á fýra dystir.