, ,

Fyrsti suðurafrikanski málskjúttin í HM-endaspæli

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

Tann 18. Juni 1998 skoraði áleyparin Benni McCarthy fyrsta HM-málið nakrantíð hjá Suðurafrika í einum endaspæli og málið gav ein javnleik ímóti Danmark.

Endaspælið í 1998 var fyrstu ferð, at Suðurafrika hevði vunnið sær rættin til og teir vórðu bólkaðir í bólki C saman við Fraklandi, Danmark og Saudiarabia. Teir megnaðu ikki at skora í byrjanardystinum ímóti Fraklandi, har teir taptu 0-3, men sendu bóltin í egið mál, tá suðurafrikanski verjuleikarin, Pierre Issa, skoraði sjálvmál.

Annar dysturin var ímóti Danmark, har 33.300 áskoðarar sóu dystin á Stade de Toulouse. Dysturin tóktist at fáa somu lagnu sum fyrsti dysturin, tá Allan Nielsen legði Danmark á odda í 13. minutti, men verjan hjá Suðurafrika táttaði í og lat ikki fleiri mál inn. Í 52. minutti herjaði McCarthy á. Hann smoygdi sær í millum tveir danskar og sparkaði bóltin í millum beinini á málverjanum Peter Schmeichel. Bólturin endaði í málinum umvegis vinstra bein hjá Schmeichel.

Dysturin endaði 1-1 og Suðurafrika vann fyrsta HM-stigið nakrantíð. Teir vunnu aftur eitt stig í triðja dystinum, tá tvey mál frá áleyparanum Shaun Bartlett góvu ein 2-2 javnleik ímóti Saudiarabia, men tað var ikki nokk til at vinna seg úr bólkaspælinum.

Tað var 9. landsliðsmálið hjá McCarthy og hann er framvegis besti málskjútti hjá Suðurafrika við 31 málum. Hann er eisini einasti suðurafrikanarin, sum hevur vunnið Champions League. Tað gjørdi hann við FC Porto í 2003-04.