Gadus verður seldur og Kósin afturlatin. Tað verða avleiðingarnar um broytingarnar í sjófeingislógini verða samtyktar, sigur Hanus Hansen reiðari á JFK sambært Norðlýsinum.
Norðlýsið vísir á heimasíðuni eitt filmsbrot, har Hansus Hansen greiðir frá, hvørjar avleðingarnar verða fyri JFK, um broytingarnar verða samtyktar.
Hanus Hansen staðfestir, at Gadus ikki kann liva av eini hálvari kvotu og grundarlagið undir Kósavirkinum er vekk.
Hanus Hansen heitir á landsstýrið um at koyra uppskotið um broytingarnar í sjófeingislógini í skrell og heldur byrjað eitt kjak, um hví fiskivinnan skal viðgerast so annaðleiðis enn aðrar vinnur.
Norðlýsið hevur eisini tosað við Eirik í Jákupsstovu, løgtingsmann fyri Tjóðveldi, sum er partur av samgongun. Hann sigur, at nú ferð uppskotið um broytingar í Sjófeingislógini víðari til hoyringar. Hann er sannførdur um, at lógirnar verða betri enn uppskotini, sum fóru til hoyringar, og at avbjóðingar verða loystar. Hann væntar, at skilagóðar loysnir verða funnar.
Filmsbrotið frá Norðlýsingum sæst her: