Strandfaraskip Landsins boðar frá, at allar fráferðir hjá Galaxy tíðliga á morgni gerandisdagar av Krambatanga verða nú framskundaðar til klokkan 6.00. Allar hinar fráferðartíðirnar eru óbroyttar.
Galaxy avloysir .Smyril í eini 8–10 vikur frá 23. august.
Stór ónøgd var við ferðaætlanina, har Smyril skuldi sigla úr Suðuroy klokkan 7.00, tí tað gjørdi, at fólk ikki náa til arbeiðis í Havn. Fráferðin er nú brott til klokkan 6.00.
Suðuroyingar vóru eisini ónøgdir við ferðaætlanina leygardag, tí hon millum annað ger, at ítróttafólk úr Suðuroy, mugu vera allan leygardagin norðanfyri. Men her eru ongar broytingar í tillagaðu ferðaætlanini.
Bíleggingarskipanin hjá Strandferðsluni verður dagførd hósdagin 14. august, og tá verða rættar tíðir at síggja har.
Ferðaætlanin hjá Galaxy
(Galdandi frá 23. august – kelda ssl.fo)
7 SUÐUROY – TÓRSHAVN | |||||||
Frá/Til | Mánadag | Týsdag | Mikudag | Hósdag | Fríggjadag | Leygardag | Sunnudag |
Tvøroyri – Torshavn | 06:00 | 06:00 | 06:00 | 06:00 | 06:00 | 07:00 | 07:00 |
Tórshavn – Tvøroyri | 10:00 | 10:00 | 10:00 | 11:30 | 10:00 | 10:30 | 10:30 |
Tvøroyri – Torshavn | 14:00 | 14:00 | 14:00 | 15:30 | 14:00 | 17:00 | 17:00 |
Tórshavn – Tvøroyri | 17:30 | 17:30 | 17:30 | 19:00 | 17:30 | 20:30 | 20:30 |