Faxe Kondi steypakappingini menn, bólki 1
H71 2 – VÍF 18-41 (8-18)
Ein dystur var leygarkvøldið í bólki 1 í Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum, tá ið H71 2, sum er mannað við fyrrverandi H71-kempum, tók móti VÍF í Hoyvíkshøllini.
Á liðnum hjá H71 spældu millum annað Dánjal Tórgarð og Esbern Patursson.
Slíkir dystir millum fyrrverandi hondbóltsleikarar, sum enn eru hampuliga ungir, og eitt væl vant lið, hava ofta verið rættiliga spennandi gjøgnum tíðirnar, tó at tey væl vandu ungu liðini næstan altíð enda við at vinna.
Í kvøld var kortini eingin spenningur í. Liðið hjá VÍF var heilt einfalt ov gott. Gomlu hoyvíkingarnar fylgdu við í fimm minuttir, tá ið støðan var 3-3, og so hugdi VÍF ikki aftur um seg aftur.
18-8 var til VÍF í hálvleikinum, og vestmenningar fóru norður aftur við einum 41-18 sigri.
Hjá VÍF skeyt Sjúrður Olsen heili 16 mál, og hjá gomlu hoyvíkingunum var tann 27 ára ungi Boas Heinesen toppskjútti við sjey málum.
VÍF hevur nú vunnið báðar dystirnar í bólki 1, og hava góð kort á hondini at koma víðari í hálvfinalunar. Plássið í hálvfinaluni er kortini ikki tryggjað, tí VÍF, Neistin og KÍF kunnu øll enda við fýra stigum.
Mynd; Andrei Antal / VÍF
Stigatalva í bólki 1 í Faxe Kondi steypakappingini menn
Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig | |
VÍF | 2 | 76 | 43 | 33 | 4 |
KÍF | 1 | 28 | 21 | 7 | 2 |
H71 2 | 2 | 39 | 69 | -30 | 0 |
Neistin | 1 | 25 | 35 | -10 | 0 |