Gav kvinnu albogan í andlitið og spýtti á løgreglufólk

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Ein 30 ára gamal maður varð í Føroya rætti í dag dømdur tríggjar mánaða treytaða fongsulsrevsing fyri harðskap.

Maðurin varð dømdur bæði fyri vanligan harðskap og harðskap sambært grein 119 í revsilógini, sum er brotsverk móti almennum myndugleikum.

Maðurin varð dømdur fyri í desember í 2020 í sambandi við eina handtøku at hava boygt ein fingur hjá einum løgreglumanni, soleiðis at hann fekk mein av hesum.

Eisini varð maðurin dømdur fyri í januar í fjør at hava framt harðskap móti einari kvinnu, har hann hevði givið henni ein alboga í andlitið og at hava lagt hana niður.

Tá løgreglan skuldi handtaka mannin fyri hendan harðskapin, hevði hann eisini spytt ein løgreglumann í andlitið tvær ferðir, og hetta varð maðurin eisini dømdur fyri.

Rætturin metti, at av tí at ein partur av brotsverkunum hjá manninum vóru fram heilt afturi í 2020, so skuldi dómurin verða treytaður.

Við dóminum fylgdu eisini tær treytir, at maðurin skal gera 80 tímar av samfelagstænastu, umframt at hann skal vera undir eftirliti av Kriminalforsorgini í eitt ár.

Harumframt er eisini treyt, at um Kriminalforsorgin metir tað vera neyðugt, so skal maðurin í rúsviðgerð og í psykiatriska viðgerð.

Ingi Midjord, ákæri, sigur, at ákæruvaldið fer nú at nærlesa dómin, fyri at vita, um ákæruvaldið skal kæra.

Sum útgangspunkt er talan um treytaleysa fongsulsrevsing, tá talan er um brot á grein 119, og tað skulu nakrar heilt serligar umstøður gera seg galdandi fyri, at talan ístaðin verður um treytaða fongsulsrevsing, sigur Ingi Midjord, ákæri.