Í nakrar vetrar hevði Theodor Jacobsen, lærari, vant nakrar ÍF dreingir í fimleikahøllini, men um mánaðarskiftið februar-mars 1974 kom íslendski venjarin, Örn Eyjólfsson, til Fuglafjarðar. Örn hevði fingið sína fótbóltsuppaling í Reykjavíkarfelagnum Víkingi. Hann var ein eyðkendur íslendskur venjari, hann kravdi nógv av sínum spælarum, og legði stóran dent á, at teir vóru í góðari venjing. Hann var væl við spælararnar, og beyð teimum heim til sín fyri flestu heimadystirnar. Örn Eyjólfsson vandi eisini unglingaliðið hjá ÍF í 1975, og teir vunnu føroyameistaraheitið. Fyrsta FM í søgu felagsins. Harumframt legði Ørn lunnar undir fótbóltsspælið í Gøtu.

Örn Eyjólfsson í mai 2019
Sunnudagin 21. septembur 1975 tryggjaðu fuglfirðingar sær fyrsta FM-heitið í fótbóltssøgu síni, tá seinni finaludysturin í unglingadeildini millum ÍF og KÍ varð leiktur í Fuglafirði. Úrslitið av dystinum var 4-1 til ÍF. Fyrra finaludystin vann KÍ við tveimum málum móti einum. Samanlagt vann ÍF sostatt 5-3.
Væl av fólki var og hugdi at. Nógvir trúgvir KÍ-áskoðarar høvdu leitað sær til úr Klaksvík, ja, sjálvt aftan á at hava sæð 2. lið hjá KÍ vunnið føroyameistaraskapin, løgdu menn frá landi til Fuglafjarðar, at síggja henda so avgerandi og spennandi dyst.
Í Fuglafirði hevði ÍF leikt finaludyst ímóti HB beint áðrenn dysturin byrjaði, so teir trúgvu og spentu fuglfirðingarnir stóðu enn rundan um vøllin, og bíðaðu eftir KÍ-arunum og dómaranum. Spentir, kunnu tit ætla. Og teir vórðu ikki sviknir. Báðir partar vildu vinna – sjálvandi!
KÍ stóð betri fyri. Teir høvdu jú vunnið sama lið seinasta sunnudag við úrslitinum 2-1, so bara KÍ spældi javnt, vórðu teir føroyameistarar. Men ÍF-leikararnir vildu tað øðrvísi. Klaksvíkingar, sum hóast tepra sigurin í fyrra dystinum, væntaðu at fara um fjørð aftur við vinnaraheitinum, vórðu fullkomiliga tiknir á bóli av málsøknu fuglfirðingunum, sum ferð aftan á ferð skaptu vandamikil álop framman fyri KÍ-málið.
Tað vóru ikki nógvir minuttir farnir av leikinum, tá ÍF fekk fyrsta málið. Nú var javnt, og ÍF-leikararnir trýstu, og tað gav eisini úrslit. Teir fingu eisini 2-0, og beint undan hálvleikssteðginum, fekk KÍ sítt fyrsta og einasta mál, og støðan var nú 2-1.
Annar hálvleikur byrjaði spennandi, og báðir partar høvdu møguleikar, men so varð dømt brotsspark til ÍF, og tað varð mál. 3-1 til ÍF. ÍF skoraði eisini til 4-1. Gávuríka ÍF-liðið fór gjøgnum sín bólk við málmuninum 49-3 og á unglingalandsliðnum í 1975 spældu Meinhardt Dalbúð, Kaj Eli Poulsen, Kristian Petersen, Sonni Jensen og Hans Leo í Bartalsstovu.
Liðuppstillingin hjá ÍF í 4-1 sigrinum á KÍ: Ovi Joensen – Sonni Jensen, Kristian Petersen, Suni Olsen Gaard, Finnur Eliasen, Meinhardt Dalbúð, Hans Leo í Bartalsstovu, John Jarnskor, Kaj Eli Poulsen, Jan Petersen, Páll Øregaard. Á bonkinum: Torkil Johannesen, Haldor Ellingsgaard, Jan Nielsen og Dávur Juul.
Málskjúttar í hesum dysti vóru: Páll Øregaard 2 mál, Meinhardt Dalbúð og Hans Leo í Bartalsstovu hvør sítt.
Vit kunnu siga, at ÍF hevði avgjørt uppiborið meistaraskapið. Teir vóru avgjørt tað betra liðið. Her hava vit úrslitið av, at ÍF hevur havt ein venjara. Teir spældu klókan og avgjørt góðan fótbólt. Teir áttu eisini avgjørt besta spælara á vølli í Páll Øregaard. Einum spælara við slíkum bóltførleika skal leitast leingi eftir.
Jú, ÍF hevur avgjørt nakað at frøast um, og sanniliga eisini nakað at byggja á.
Seks av leikarunum vóru eisini við at vinna fyrsta meistaraheitið í bestu deildini til felagið í 1979: Meinhardt Dalbúð, Jan Nielsen, Sonni Jensen, Ovi Joensen, Kaj Eli Poulsen og Kristian Petersen. Finnur Eliasen spældi eisini nakrar dystir. Sonni Jensen var liðformaður í 1979, meðan Meinhardt Dalbúð var toppskjútti við 17 málum.

Standandi frá vinstru: Jan Nielsen, Dávur Juul, Finnur Eliasen, Kaj Eli Poulsen, Torkil Johannesen, Kristian Petersen, Suni Olsen Gaard. Húkandi frá vinstru: Páll Øregaard, Meinhardt Dalbúð, Ovi Joensen, Hans Leo í Bartalsstovu, Haldor Ellingsgaard, Sonni Jensen og John Jarnskor.
Keldur:
Leysliga eftir Jógvan Ósá í Dagblaðnum frá 24. septembur 1975
Faroesoccer.com
Súni Merkistein: Teir kundu væl listir og leikir