Georg Müller leiðari av Teknisku deild

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Georg Müller er útbúgvin elektrikari og maskinmeistari, umframt at hann er løgggildigur el-innleggjari. Georg er 38 ár gamal, og hevur 14 ára starvsroyndir, sum elektrikari, maskinmeistari og el-innleggjari, og hevur m.a starvast hjá Strandferðsluni og SEV.

Seinasta hálva árið hevur Georg Müller starvast á Teknisku deild hjá Tvøroyrar kommunu sum málsviðgerði og tøkniligur ráðgevi innan drekkivatn, spillvatn, umframt el- og tøkniliga útbúnaðin hjá kommununi.

Georg Müller er uppvaksin í Porkeri, og býr í dag í Trongisvági saman við unnustuni Mariann Mikkjalsdóttir og soni teirra Mikkjal, skrivar Tvøroyrar kommuna.

Tvøroyrar kommunu ynskir Georg Müller vælkomnan í starv sum leiðari av Teknisku deild, har hann byrjar 1. juni 2024