Tann 1. juni byrjar Barcelona endurnýggingina av Camp Nou. Barcelona ynskir at økja sitiplássini við 5.700 plássum frá 99.300 til 105.000. Verkætlanin skal vera liðug í 2026. Talan er um eitt lán frá 20 íleggjarum svarandi til 11 milliardir krónur ella 1,45 milliónir evrur. Skuldin skal so gjaldast aftur í rentum og avdráttum millum 5 og 24 ár, har møguleiki er fyri, at freistin fyri afturbering kann leingjast.
Spanska stórfelagið FC Barcelona hevur annars verið fyri hørðum atfinningum, tí spanska útvarpssendingin, Cadena SER, herfyri avdúkaði, at Barcelona millum 2016 og 2018 hevur goldið 10 milliónir krónur til fyritøkuna DASNIL 95, sum varaforetin í sponsku dómaranevndini, Jose Maria Enriquez Negreira, eigur.
Felagið, sum hevur havt svárar fíggjarligar trupulleikar, í stóran mun orsakað av, at felagið hevur havt so umfatandi virksemið av øðrum ítróttagreinum, hugsar eisini um framtíðina. Til oddadystin ímóti Atlético de Madrid hevði felagið bara 15 ára gamla Lamine Yamal við í hópinum.
Umfatandi endurnýggingin fevnir eisini um Johan Cruyff leikvøllin, sum dagliga hýsir eykaliðnum og áðurnevnda Lamine Yamal.