Hagstovan fer nú aftur í gongd við hálvárligu konjunkturkanningina fyri húsarhaldini í Føroyum. Kanningin lýsir, hvat húsarhaldini halda um sína fíggjarligu støðu og um føroyska búskapin sum heild.
Í komandi tríggjar vikurnar ringir Hagstovan til 700 tilvildarliga vald húsarhald, sum svara 16 spurningum um fíggjarlig viðurskifti og búskapargongd.
Í seinastu kanningunum varð staðfest, at umleið ein fjórðingur av húsarhaldunum metir seg júst fáa endarnar at røkka saman, meðan umleið 60 prosent spara nakað upp. Hóast stóran prísvøkstur, eru tað ikki fleiri, ið siga seg mugu læna pening.
Fíggjarstøðan hjá húsarhaldum frá 2006 til 2034
Konjukturkanningar fyri vinnuna seinni í januar
Seinni í januar verða konjunkturkanningar fyri tilfeingis-, tænastu-, handils- og byggivinnuna eisini gjørdar. Fyritøkur fáa tá sendar spurnakanningar, sum sambært lóg skulu svarast.
Konjunkturbarometrið, sum eisini er kent sum Economic Sentiment Indicator (ESI), gevur ábendingar um búskaparútlitini og lýsir metingar hjá lyklabólkum í samfelagnum.