Gera nýggjan busslumma í Leynum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í løtuni verður nýggjur busslummi gjørdur í Leynum. Tað er landsverk, sum ger arbeiðið.

Á heimasíðuni hjá Kvívíkar kommunu verður sagt, at hetta fer at økja nógv um ferðslutrygdina hjá ferðandi við bygdaleiðum.

Kvívíkar kommuna hevur í fleiri umførum heitt á bæði Strandferðsluna og Landsverk, um at flyta busssteðgiplássið Frammi á Trøð inn á Leynarveg í Leynum. Kommustýrið hevur víst á eitt øki, sum kommunan eigur. Hetta økið er á Leynarvegi, einar 300 metrar frá innkoyringin til Leynar.

– Foreldur hava verið ótrygg og hava ikki torað at latið børn teirra koyrt við bygdaleiðum, tí tey skulu út á ein veg við nógvari ferðslu. Børn og onnur ferðandi skulu út á vegin at standa og bíða eftir bussinum, har einki bussskýli ella steðgipláss hava verið. Hetta hava ikki verið nøktandi umstøður til ferðandi, skrivar Kvívíkar kommuna á heimasíðuni.