,

Gestavarp: Aftur ein endurreising av KÍ

Skrivað

Jónas Ákason

Dagfesting

B36 Varpið hósdagin verður eitt gestavarp, har vit fortelja søguna um ferðina hjá KÍ úr næstbestu deildini til at gerast tað dominerandi felagið í føroyskum fótbólti. Gestur er Tummas Lervig, formaður í KÍ.

Tummas Lervig hevur verið formaður í KÍ í 17 ár. Hann hevur verið við allan vegin, frá niðurflytingini til næstbestu deildina til europeiskt bólkaspæl. Og hann er framvegis á brúnni, nú KÍ stevnir ímóti teirra fimta FM uppá sjey ár.

Vit fara at hoyra um tey hørðu árini, har lítið og onki gekk eftir vild hjá KÍ. Um tey stóru tøkini, sum skuldu takast fyri at skapa eitt betri fíggjarligt grundarlag fyri fótbóltinum í Klaksvík. Og vit hoyra søguna um, tá tað brast fyri nev hjá KÍ, bæði í tí heimligu kappingini og í europeiskum fótbólti. Eisini fara vit at práta eitt sindur um, hvørja ávirkan tað hevur á føroyskan fótbólt, at eitt felag hevur vaksið seg so sterkt sum KÍ er í dag.

B36 Varpið er at hoyra hósdag kl 16 á FM1. Sendingin verður endursend hóskvøld kl 23 og sunnudag kl 13. Hon liggur eisini sum poddvarp á FM1.fo.

B36 Varpið er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum.